Nú nærkast, til vinnarin í myndakappingin Traveler Photo Contest 2013 hjá National Geographic, verður kosin.
35 ára gamli klaksvíkingurin, Hans Juul Nystrøm Hansen, hevur eina mynd við í kappingini. Hann sendi inn tvinnar; eina av Mykinesi, og eina av Gásadali.
- Sum náttúru- og landsskapsmyndamaður, havi eg leingi verið áhugaður í National Geographic. Tí valdi eg at luttaka í kappingin, sigur Hans Juul vid Portalin.
Yvir 15.000 myndir vórðu sendar inn tilsamans dómsnevndini dámdi somikið væl myndina úr Gásadali, at hon varð vald at vera við í bólkinum fólksins val (Viewers Choice). Tað eru vitjandi á heimasíðuni hjá National Geographic, sum atkvøða um bestu myndina.
Um mánadarskiftið verður vinnarin kosin, og sum er, er myndin hjá Hans Juul við í top 15.
Hans Juul Nystrøm Hansen er lærdur grafiskur sniðgevi. Á skúlanum í London, gjørdist hann veruliga áhugaður í myndatøku. Og eftir loknan lestur í 2009, hevur hann tikið nógvar myndir, ma av føroyska landslagnum.
Um myndina sigur Hans Juul:
- Hetta kvøldið bíðaði eg í umleið 4-5 tímar eftir rætta ljósinum og tað - saman við einari langari "lukkaratíð", sum ger at sjógvurin er slættur og ferð er á skíggjunum - er orsøkin til at myndin skilir seg frá øðrum myndum av Gásadali. Myndin er viðgjørd eftir krøvunum hjá National Geographic; tvs. onkrar smærri litrættingar og tað sum á fakmáli kallast "dodge and burn.
Í sambandi við kappingina hevur myndin verið at sæð á tíðindasíðum og bloggum kring heimin, m.a. á Huffington Post. Harafturat varð hon vald út sum ein av yndismyndunum hjá redaktørunum á National Geographic.
- Hvat hetta merkir, burtursæð frá at Føroyar fáa umtalu í útheiminum, veit eg ikki, men tað hevur verið stuttligt at eygleitt, hvussu myndin hevur fingið sítt egna lív, sigur Hans Juul Nystrøm Hansen.