Hans Johannes loysir av á brúnni

Hósdagin 30. september var móttøka á Føroya Sjómansskúla í sambandi við at stjórin, Dániel Johan Poulsen, fór frá, og Hans Johannes á Brúgv tók við sum nýggjur stjóri á trimum skúlum

Stórar broytinar eru farnar fram á maritimu skúlunum í ár. Føroya Sjómansskúli og Maskinmeistaraskúlin og Brandskúlin við Áir hava lagt saman.

Stjórarnir á Sjómansskúlanum og Maskinmeistaraskúlanum, Daniel Johan Poulsen og Gordon Hofgaard, eru farnir frá, og Hans Johannes á Brúgv er nú stjóri á Føroya Sjómansskúla, Maskinmeistaraskúlanum og Brandskúlanum við Áir.

Á móttøkuni á Sjómansskúlanum vórðu talur hildnar av fráfarandi stjóranum, Daniel Johan Poulsen, varaskúlastjóranum, Petur Hans Dahl, nýggja stjóranum, Hans Johannes á Brúgv, Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni og Maluni Marnersdóttir, rektara á Fróðskaparsetri Føroya.

Daniel Johan byrjaði við at ynskja Hans Johannes á Brúgv vælkomnum og ynskti honum góða eydnu við stjórastarvinum. Hann segði m.a. at gjøgnum tey 32 árini, hann hevði starvast á skúlanum, harav 10 ár sum stjóri, hevði hann havt við nógv hundrað ungfólk at gera, og hann kundi ikki lata vera við at siga hvussu lagalig øll høvdu verið. Tað verður mangan sagt, at tað er kalt at sita á toppinum, men tað havi eg als ikki merkt nakað til, segði Daniel Johan, samstundis sum hann takkaði fyri ein frálíka tíð saman við lærarum og næmingum.

Petur Hans Dahl segði m.a. í talu síni, at sum leiðari hevur Daniel Jóhan roynst stak væl. Hann hevur við ógvuliga góðum handalag megnað uppgávuna til fulnar, sum um tað var nakað, sum var viðføtt.

Hann hevur torað at gingið á odda við broytingum og nýhugsan.

Hans Johannes á Brúgv segði í síni talu m.a., at tá hann í 1988 var liðugur við skipsføraraútbúgving sína, helt hann eina røðu á skúlanum. Tá hugsaði hann ikki, at hann aftur skuldi halda røðu á Sjómansskúlanum sum komandi stjóri.

Tá segði hann eisini farvæl við Daniel Johan, munurin er tann, at hesaferð varð hann sjálvur eftir í húsinum, meðan Dánjal Johan fór.

Hann vónaði at kunna taka upp arvin eftir Daniel Johan, nú hann kemur at standa fyri samanleggingini, og boðskapurin er, at tað ikki er neyðugt at bróta niður fyri at byggja nakað upp.

Hans Johannes á Brúgv er 41 ára gamal og vestmenningur. Hann gekk í realskúla í Vestmanna og tók HF-skeið í Hoydølum. Tá hann var liðugur við skipføraraútbúgving sína í 1988, sigldi hann sum stýrimaður, til hann fekk starv á Føroya Fiskasølu. Har var hann í tilsamans 13 ár og var stjóri í fimm og eitt hálvt ár.

Eftir tað búði hann saman við familjuni á Spania í eitt ár. 1. januar 2004 tók hann við sum stjóri á Rækjuvirkinum á Oyri og 1. september tók hann við sum stjóri á Maskinmeistaraskúlanum og 1. oktober eisini á Sjómansskúlanum.