Hans Jørgensen er nýggjur AB málverji

Tríggir spælarar siga farvæl, og tað er greitt, at Sorin Anghel heldur fram á Argjum

Argja Bóltfelag brynjar seg til nýggja kappingarárið, tá ið tað verður Bill Jacobsen, sum fer at hava ábyrgina av besta liðnum.

Tað er greitt, at tríggir av teimum, sum hava verið millum lyklaspælararnar á liðnum í ár, ikki fara at halda fram. Talan er um málverjan Símun Rógva Hansen, miðverjan Róa Danielsen og framrættaða miðvallaran Rógva Poulsen. Teir biðja allir AB farvæl – í hesum umfarinum í hvussu so er – tí teir eru farnir ella fara undir lestur á flatlondum.

 

Á ársveitsluni, sum í kvøld er á Argjum, er kunngjørt, at sáttmáli er undiskrivaður við 23 ára gamla Hans Jørgensen, sum verður nýggjur málverji. Hans Jørgensen er búsitandi á Argjum, og barnaárini spældi hann við AB. Ungdómsárini var hann á Skála, og í tvey ár var hann í FC Amager, har Todi Jónsson stóð á odda.

 

Eftir at hava umboðað HB Køge í eitt ár, kom Hans Jørgensen heim aftur á klettarnar, og síðani hevur hann spælt við 07Vestur, B68 og HB, har hann í ár hevur kappast við Teit M. Gestsson um plássið millum stólparnar.

Nú er Hans Jørgensen aftur í barndómsfelagnum, og tað fegnast hann um:

- AB hevur eitt spennandi projekt og er eitt sera spennandi lið. Eg síggi fram til at verja málið her, og eg vænti, at vit fara at klára okkum væl komandi ár, sigur nýggi AB málverjin, sum fer at kappast við Heðin Stenberg um plássið millum stólparnar. Í dag var tað Heðin Stenberg, sum vardi málið, tá ið AB rundaði 2013 kappingarárið av á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Hans Jørgensen hevur royndir á øllum unglingalandsliðunum. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur fleiri ferðir havt boð eftir honum, og tað er einki at ivasi í, at møguleikarnir í landsliðshøpi verða størri, nú dystarvenjingin eftir øllum at døma verður størri, enn hon var í ár, tá ið tað oftast var Teitur M. Gestsson, sum vardi HB málið.

Sjúrður Olsen er formaður í FC Argjum, og hann sigur soleiðis, nú tað er greitt, at Hans Jørgensen er AB spælari:

-Vit eru sera fegnir um at hava fingið Hans Jørgensen í málið. Hann er argjamaður, og hann er ein sera evnaríkur málmaður. Saman við hinum málmanninum hjá AB, Heðin Stenberg, eru vit heilt væl tryggjaðir á plássinum millum stólparnar. Tað er neyðugt við kapping á øllum plássum á liðnum, og her hava vit tveir fantastiskar málmenn at velja ímillum.

Á AB ársveitsluni í kvøld upplýsti Sjúrður Olsen, at Sorin Anghel eisini fer at spæla við AB í 2014. 33 ára gamli lyklaspælarin skrivaði undir nýggjan sáttmála í kvøld, og tað varð stórliga fagnað í AB leguni.