Hans Jørgen Djurhuus er ivasamur til steypafinaluna komandi leygardag. Í gjár fór hann av vøllinum við skaða í økslini, og í ringasta falli so spælir hann ikki aftur í ár.
Til ber at síggja hendingina við at trýsta á pílin á myndini
Tiggju minuttir inn í seinna hálvleik fór Hans Jørgen upp í ein lufttvídyst. Hann fekk eitt skump og fekk ikki tikð fyri seg, tá hann lendi.
Les eisini: Lukasz vil ikki taka æruna
- Eg visti beinanvegin, at okkurt var gali. Eg hoyrdi eitt knekk og fekk ilt í økslina, greiðir Hans Jørgen Djurhuus frá.
Les eisini: Erling iðrar seg um tapið
Tað tók eina løtu at fáa Hans Jørgen á føtur aftur. Økslin er farin úr lið og nú er spurningurin hvussu umfatandi skaðin er.
Les eisini: Hanus Thorleifsson verður pipar í B36
- Tað er einki brotið, men eg skal í skannaran í dag. So fáa vit at síggja hvussu illa liðbondini eru farin, sigur Hans Jørgen.
Eru liðbondini ikki skrædnað, so er ein møguleiki fyri, at Hans Jørgen verður á vøllinum leygarkvøldið til steypafinaluna. Í ringasta føri – um liðbondini eru skrædnaði – so verður talan um drúgvan skaða. Nevnast kann, at Jónas Tór Næs hjá B36, hevur sitið uttanfyri í næstan eitt hálvt ár við líknandi skaða í ár.
Víkingur skal leygarkvøldið spæla móti NSÍ í finaluni um Løgmanssteypið.