Fótbóltsspælarin Hans Jørgen Djurhuus skal nú í rættin fyri harðskap, sum fór fram í venjingardysti millum HB og Víkingi, har tað bleiv ilt millum Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason.
Les eisini: Løgreglan tekur málið upp av sínum eintingum
Tað endaði við, at Poul Ingason breyt nøsina og dysturin bleiv avblástur. Hans Jørgen hevur síðani biðið um umbering, sum Poul hevur góðtikið. Hetta í millum annað grein í Sosialinum.
Les eisini: Poul Ingason breyt nøsina
Løgreglan tók málið upp av sínum eintingum og nú er greitt, at miðvallarin hjá Víkingi verður ákærdur fyri harðskap. Málið kemur fyri í Føroya Rætti 26. mei.










