35 ára gamli iðvallarin hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, hevur fingið fýra dystir leikbann, eftir at hann í dystinum móti EB/Streymi mánakvøldið fekk sítt seinna gula kort. Tað er serliga reaktiónin aftaná, sum hevur gjørt, at Hans Jørgen nú stendur til at missa steypafinaluna.
Víkingur váttar í dag, at felagið hevur fingið dómarafrágreiðingina og ein dóm frá fótbóltssambandinum. Har stendur, at Hans Jørgen Djurhuus fær fýra dystir leikbann.
Ein dyst fær hann fyri útvísingina. Tveir dystir fær hann fyri at vísa mittasta fingur til ein í dómarabólkinum, meðan fjórði dysturin er tí at Hans Jørgen á veg av vøllinum millum annað sparkar bóltin vekk.
Hann skal sostatt sita uttanfyri í landskappingardystunum móti AB, KÍ og NSÍ, umframt steypafinaluna móti HB. Dysturin mánakvøldið var móti EB/Streymi. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.