Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi er leikbannaður næstu tveir dystirnar. Tað er niðurstøðan, ið Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya er komin til, í sambandi við harðskapsmálið millum Hans Jørgen Djurhuus og Poul Ingason hjá HB.
Tað var fyrr í ár, í venjingardysti millum HB og Víking, at tað kom til ilnar ímillum Hans Jørgen og Poul.
Málið endaði í rættinum, og úrskurðurin varð, at Hans Jørgen Djurhuus bleiv dømdur fyri harðskap, og fekk eitt ár treytaðan dóm.
Síðani hevur Kappingarnevndin hjá FSF tikið málið upp, og har er niðurstøðan, at Hans Jørgen Djurhuus fær tveir dagar leikbann. Hans Jørgen er tískil ikki tøkur til næstu tveir dystirnar, sum eru ímóti HB (26. juni) og TB (27. juli).
Harafturat hevur Kappingarnevndin eisini avgjørt, at feløgini, HB og Víkingur verða revsaði við hvør sínari bót á 1.500 krónur, fyri at hava sett fótbóltin í ringt ljós í samband við hendingina.
FSF hevur síðani avgjørt, at hetta mál verður roknað sum eitt einkult mál. Kappingarnevndin fer at arbeiða víðari á økinum, fyri at fáa skipaðar reglur í samband við venjingardystir.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya í dag.










