Dagin eftir, tann 22. oktober, fylti Hans Jacob 80 ár.
Hans Jakku, ið er Havnarmaður við stóra H, hevur starvast á vegdeildini, í Gundadali og í Mylnugøtu. Áðrenn tað hevði hann verið sjómaður í mong ár.
Hann var giftur við Laurinu, vanliga nevnd Ninna, ættað úr Kollafirði. Hon andaðist í fjør, 75 ára gomul. Tey høvdu annars kunna hildið gullbrúdleyp í ár.
Á móttøkuni handaði byráðsformaðurin honum nýggju Býarsøguna, blómutyssi og nál við búmerkinum hjá Tórhavnar kommunu.