Hans Jacob er svínoyingur, foreldrini vóru Ingrid, f. Jacobsen, og Henry. Tey fingu fimm dreingir, Hans Jacob er elstur, hinir eru: Símun Júst, Jarvin (andaðist í 1968, 30 ára gamal), Dánial og Árnmar.
Hans Jacob fór sum ungur til skips og í meira enn eina hálva øld hevur hann verið sjómaður. Mesta partin av tíðini var hann í langfarasigling og sigldi við Lauritzen til hann fall fyri aldurmarkinum fyri 15 árum síðani.
Eftir at Hans Jacob varð pensioneraður, hevur hann fingist við útróður og at egna.
Í 1956 giftist Hans Jacob við Herborg og eiga tey 6 børn.










