Í gamla skúlanum á Bug
eg fyrstu ferð hann hitti,
hann hyggin var og hevði hug
til alt, sum lyndið lyfti.
Hann gløggur var í orð og tal,
var vitur við tí vísa,
so røða hans víst altíð væl
var okkum verd at hýsa.
Hann gáddi gjølla hugans gerð
um mangt, sum vísir skriva
um himnaheim og vøklu verð,
har lív várt verður livað.
Hann vandin um hvørt orð sítt var,
at fjøld hann skilja skuldi,
um bersøgin hann boð oss bar,
hann bros á brá ei huldi.
Vit kendu hann sum fróðarmann,
sum rík oss menti minni,
tá fjálgur hansar fótur fann
til oss í stovu inni.
Vit hugleiddu um eitt og alt,
um heim og himmiríki,
og hvussu ymiskt verður valt
hjá oss í mannalíki.
Nú fann hann um tann evsta flúr,
har frægir fedrar fóru,
at durva ævinleikans dúr,
har døtur burt hann bóru.
Um árini, tey runnu út,
hann ungur var í sinni,
tí kenna vit í stovu sút,
nú bert hann er várt minni.
Og tó vit kenna tað enn, sum
tá onkur klinku nemur,
og gestur setur fót innum,
at Justesen, hann kemur.
Ja, so tað er í okkar verð,
at summi seta varðar,
at vísa oss hvar leiðin ber,
sum betri er enn aðrar.
Hans Jacob, tú ein varði var,
sum veg um víddir vísti,
hvar fótur steig, hvar byrur bar,
tú leið um lón oss lýsti.
Um høgt tú upp í árum rakk,
tú átti mátt at mæla,
tí siga vit á Bugi takk,
nú tagnað er tín tala.
P