Hans Jacob Glerfoss, sum er føddur í Mikladali er yrkjari, teknari og málari. Hann hevur givið út trý yrkingasøvn, har hann sjálvur hevur skrýtt søvnini við linoleumskurðum. Eisini hevur Hans Jacob Glerfoss týtt kendu bókina ”Profeturin” hjá Kahlil Gibran. Sum listamálari hevur Hans Jacob Glerfoss málað nógvar landslagsmálningar, har myndaevnini aloftast eru úr norðoyggjum. Eisini eru nógv myndaevni av fólki, sum eru til arbeiðis eitt nú útróðrarmenn og handverkarar.
Á mentunarkvøldinum á Klaksvíkar bókasavni fer Hansa á Húsamørk, ið er dóttir Hans Jacob Glerfoss at siga frá um pápan.
Hanus G. Johansen, ið hevur sett lag til fleiri av yrkingunum hjá Hans Jacob Glerfoss, fer at syngja.
Eisini verður upplestur av yrkingum hjá Hans Jacob Glerfoss og brot úr ”Profetinum”. Møguleiki verður eisini at síggja nøkur av listaverkunum hjá honum.