. Tí hvannasundsmaðurin fær bæði í posa og sekk. Hann sleppur at "tøma" Miklagarð, á dreymaferð við nýggju Norrønu og fær jólagávukort. Við at tekna seg sum haldara av Sosialinum var Hans Jørgin Nysted við í lutakastinum saman við fleiri hundrað øðrum. Nú fær hann so høvi í 10 minuttir at fylla so nógvar vørur í innkeypsvognin í Miklagarði í SMS, sum hann fær stundir til...men bara eina av hvørjum. Og hann sleppur so ferð við familjuni við nýggju Norrønu og sum rosinan í pylsuendanum fær hann 20 ymisk jólagávukort frá handlunum í SMS. Sosialurin, Miklagarður, SMS og Smyril Line ynskja Hans tillukku við vinningunum og samtíðis eini góð jól.