Hans Jørgin Djurhuus 2-ára sáttmála

37 ára gamli miðvallarin spælir til hann verður 39

Stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá Víkingi, Hans Jørgin Djurhuus, hevur valt at gaggurnar vera verandi á vøllinum. Hans Jørgin Djurhuus og Víkingur hava longt um samstarvið fram til endan á kappingini í 2018. Sostatt kveistrar hann alt prát um at gevast næstu tvey árini.

 

- Hans Jørgin Djurhuus er ein undangongumaður, tá ið tað snýr seg um offurvilja og at vinna. Við sínum ótroyttiliga vilja og treysti, hevur hann gingið á odda fyri sínum liðfelagum og felagið. Hann gevur seg 110 prosent hvørja ferð, skrivar Víkingur í tíðindaskrivi.

 

Hans Jørgin Djurhuus, sum verður 38 um tvær vikur, hevur spælt 302 dystir í Effodeildini, steypakappingini og í Europa samanhangi, og skotið 21 mál.