Hans Jørgensen fær góð skoðsmál

Hans Jørgensen fær á heimasíðuni hjá FC Amager góð skoðsmál frá venjaranum Michael Madsen. Núverandi málverjin, 40 ára Stefan Campagnolo, hevur ikki nógv ár eftir á fótbóltsvøllinum, og høvuðsvenjarin vísir tí unga skálamanninum álit.

- Yngru leikararnir hava ment seg nógv. Hans Jørgensen hevur gjørt stór framstig, og Stefan Campagnolo nærkast teimum 40 árunum, og hevur familju og børn. So eg vænti, at Hans fer at spæla. Honum vantar nøkur kilo á kroppinum, men eg vænti mær nógv av honum, sigur Michael Madsen, og leggur afturat, at Erling Jacobsen og Páll Klettskarð heldur ikki eru langt frá spælitíð á besta liðnum.