TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Hans Jørgen Djurhuus, stríðsmann og veteran hjá Víkingi aftaná Hans Jørgen Djurhuus og liðfelagarnir høvdu vunnið 1-0 á HB.
- Nú kunnu vit avgera tað sjálvir, staðfestir Hans Jørgen Djurhuus, nú teir eru bert eitt stig aftanfyri KÍ, og taka ímóti klaksvíkingum í heimadysti í Sarpugerði í Norðragøtu komandi sunnudag. - Eg tapti ein avgerandi FM-dyst ímóti KÍ við HB í 1999, tað ætli mær ikki at gera aftur, slær veteranurin fast í samrøðuni.
Hans Jørgen Djurhuus viðgongur, at teir vóru undir trýsti ta seinastu løtuna av dystinum í dag, men hann heldur, at teir fyrstu 75-80 minuttirnar av dystinum høvdu teir tamarhald á støðuni.