Tað eydnaðist ikki hjá Víkingi at fáa leikbannið hjá Hans Jørgini Djurhuus strikað. Hans Jørgin fekk reytt kort, tá hann rendi HB-venjaran um koll í miðvikuuppgerðini hjá Víkingi, og ta dómaraavgerðina vóru víkingarnir alt annað enn nøgdir um. Tí varð kæra send til FSF um málið, men eftir øllum at døma er hendan avvíst, tí sambært Jógvan Martini Olsen, venjara, hevur Víkingur fingið boð um, at Hans Jørgin Djurhuus fær leikbann í ein dyst.