Hans Jørgen: ÍF var betra liðið men tapti (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá ÍF og EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og Hans Jørgen Djurhuus seta orð á botndystin, ið EB/Streymur vann

##med2##

EB/Streymur liggur væl betur fyri í stríðnum at yvirliva í Betrideildini aftaná týðandi 3-2 sigurin á ÍF í botnuppgerðini í Fuglafirði fyrr í kvøld. 

Poul G. Olsen legði EB/Streym á odda 1-0 longu í fyrsta minutti. Tveir minuttir seinni javnaði Hans Jákup Lervig fyri ÍF. Fáar minuttir undan steðginum legði liðskiparin hjá EB/Streymi, Rógvi Egilstoft Nielsen EB/Streym á odda. 20 minuttir inn í seinna hálvleik økti Rógvi til 3-1, og tá Milan Svojic hjá ÍF stutt frammanundan fekk seinna gula kortið gjørdist brekkan brøtt hjá ÍF. ÍF stríddist tó manniliga 10 móti 11, og tá eitt lítið korter var eftir minkaði Jan Ellingsgaard um munin til 2-3, men nærri kom ÍF ikki.

Annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus heldur, at ÍF var tað betra liðið allan dystin, og tí er tað eitt sera stórt vónbrot fyri hann, at ÍF onga úrtøka fær burturúr dystinum í dag.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum, men talan er um ein sera týðandi sigur fyri EB/Streym, og tað er tað sum telur í seinasta enda.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við Jákup Martin Joensen og Hans Jørgen Djurhuus fyrr í kvøld. 

(Samrøður: Jákup Martin Joensen og Hans Jørgen Djurhuus)