Hans Jørgen B. Kristensen, Toftir

Deyður 29/8 2021 bert 42 ára gamal. Doyði á Ríkissjúkrahúsinum vegna sjúku í styttri tíð.

Tað var við stórari sorg at vit fingu boðini um deyða Hans Jørgen, ein dagur vit seint fara at gloyma. Nógv her í Føroyum kenna Hans Jørgen sum álítandi rútavaskaran og gólvvaskaran, sum við stórari ábyrgdarkenslu fór væl við sínum viðskiftafólki. Mong av tykkum kenna hann eisini sum hann, ið vitjaði fólk við Bíbliuni í hond, tað sum hann í sínum lívi hevði størstan eldhuga fyri.
Boðskapurin um nýggja heimin var tað, ið fremst av øllum fylti lívið hjá honum og Malene elskaða konu hansara. Tey vóru bæði sannførd um at Gud um stutta tíð fer at broyta viðurskiftini og skapa tað paradísið, sum vit øll biðja um í bønini faðir vár. (Matt. 6:9-10)
Hans Jørgen var føddur og uppvaksin Danmark, men valdi fyri 13 árum síðani at flyta til Føroyar saman við konu síni. Tey valdu Føroyar, tí tey føldu, at her var mangt eitt lurtandi oyra, tá tey talaðu um Bíbliuna og vónina fyri menniskju.
Hjá mær var Hans Jørgen ikki bert ein kenningur, men ein veruliga góður vinur, sum dugdi væl at lurta, sum eg kundi fáa eitt uppbyggjandi prát við, og sum eg kundi gráta út hjá, um tørvur var á tí. Líkamikið hvussu hann enn orðaði seg, havi eg ongantíð ivast í góðu motivini hjá Hans Jørgen, ið vóru drivin av kærleika og gudsótta.
Hans Jørgen og Malene offraðu seg fyri sínum vinum, ikki bert í orði, men sanniliga eisini í gerðum. Tað var ikki til fánýtis at biðja tey um eina tænastu. Hans Jørgen og Malene nýttu fegin sínar førleikar øðrum til gagns, bæði andaliga og tímiliga.
Hans Jørgen hevur víst mær, hvat tað merkir at vera ein súla í samkomuni, »sum læ fyri stormi« (Esaias 32:2). Hans Jørgen varð leiddur av gudsótta og hevði tí eina óvikaliga trúgv og eitt álit á Guds lyfti um eina uppreisn. Í Matteus evangelium stendur, at tann, í heldur út líka til endan, skal vera frelstur. Hans Jørgen helt, út og vit hava álit á, at Jehova vil minnast hann á evsta degi. (Jóh. 11:24)
Hans Jørgen var trúfastur til sín alt ov bráða deyða, men hann hevur sett síni spor í okkum, sum eru eftir. Vit skylda Hans Jørgen at halda út og vera føst í trúnni.
Til tykkum mongu sum hava virðismett at fáa vitjan av Hans Jørgen og Malene, hevði tað uttan iva glett hann, um tit tóku væl ímóti øðrum boðarum av Gud ríki.
Fríggjadagin 7. september kl 13.00 verður eitt minningarhald hildið í Ríkissalinum hjá Jehova Vitnum Yviri við Strond í Tórshavn har øll eru vælkomin.
-----
Regin Faaborg, Søldarfjørður