Tá ið Føroya Lærarafelag hevur aðalfund leygardagin 6. apríl, verður stríðsval um formanssessin.
Á aðalfundinum skulu tey eisini velja formann.
Freistin at stilla upp var úti leygarkvøldið og nú er greitt, at Hans Jón Thomsen, varaskúlastjóri í farloyvi í Skúlanum við Løgmannabreyt, bjóðar Herálvi Jacobsen av, tá ið formansvalið verður, sigur Skúlablaðið.
Tað er Herálvur Jacobsen á myndini.
Valskeiðið er tvey ár.
Umframt at tvey valevni eru til formanssessin, eru eisini tvey valevni til nevndina.
Valevnini eru Maria V. Hansen, lærari í Eysturskúlanum, og Jákup av Skarði, fyrstilærari í skúlanum í Nolsoy. Tá tvey valevni eru uppstillað til nevndina, eru hesi vald uttan atkvøðugreiðslu.










