Hans Jákup skal stýra og Martin skal leiða

Fimm fólk eru vald í stýrið fyri viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði.

Stýrið fyri viðgerðarstovnin Frælsi á Eiði hevði sín fyrsta fund í gjár, og er stýrið nú mannað við fimm fólkum. Tey eru Hans Jákup Johansen, Petur Djurhuus, Sólborg Dulavík, Tina Rasmussen og Absalon Wolles.


Á fundarskránni var millum annað skipan av stýrinum, umframt at ein dagligur leiðari skuldi setast fyri stovnin.
Stýrið valdi at skipa seg við Hans Jákup Johansen sum formanni, meðan Martin Kúrberg er settur sum leiðari fyri stovnin.


Við in.fo upplýsir Martin Kúrberg, at tey vóna at lata stovnin upp í heyst.


- Tað er nógv umvælingararbeiði, ið skal gerast áðrenn stovnurin kann lata upp. Men um alt gongur sum tað skal, so er ætlanin at lata dyrnar upp fyri teimum fyrstu persónunum seint í heyst, sigur Martin Kúrberg.


Frælsi á Eiði verður fyrsti stovnurin í Føroyum, ið bjóðar viðgerðartilboð til ung millum 18 og 24 ár, ið hava havt trupulleikar við rúsevnum.