Hans Jákup Langgaard nýggjur kundastjóri á Føroya Tele

Føroya Tele hevur í dag sett Hans Jákup Langgaard sum kundastjóra fyri privat- og vinnukundaøkið.

 

Nú Jan Mortensen hevur tikið av nýggjum avbjóðingum, hevur leiðslan á Føroya Tele valt at leggja privatkundaøkið og vinnukundaøkið saman undir ein kundastjóra. Endamálið við samanleggingini, sigur Føroya Tele, er fáa enn betri samstarv tvørtur um bygnaðin á FT Samskifti til fyrimuns fyri kundan.

 

Samanlagda økið telur 60 starvsfólk, sum ráðgeva og leiðbeina privat- og vinnukundum.

 

Hans Jákup Langgaard hevur starvast á Føroya Tele síðan 2007 og hevur verið vinnukundastjóri seinastu 8 árini.

 

Hans Jákup er harumframt nevndarlimur í Formula og Vikmar. Umframt hesar og aðrar viðkomandi royndir, hevur Hans Jákup eina MBA leiðsluútbúgving frá Henley Business School.