Hans Jákup Hansen av Argjum vann kappingina um 100-ára búmerki hjá Heimamissiónini. Tað var eisini hann sum handaði formanninum í Heimamissiónini, Bergi Debes Joensen, búmerkið, og greiddi frá, hvørjir tankar lógu aftanfyri.
Hans Jákup segði m.a. "Tað at tekna eitt búmerki er ikki tann lættasta uppgávan, so tað vóru nógvir tankar, sum komu upp at venda í høvdinum, og leingi vardi, til eg kom til hetta úrslit. Tað fyrsta eg gjørdi, áðrenn eg byrjaði, var at eg bað Gud um vísdóm".
Í búmerkinum ert tveir fiskar og ein krossur. Fiskarnir (ichtys) er teknið í tey fyrstu kristnu nýttu um Krisus. Krossurin er so teknið, ið vit nýta í dag.
Um hugt verður eftir tí grøna litinum, eru trýggir krossar. Her er sjálvandi talan um Golgata. Krossurin í miðuni er tann størsti. Jesus hekk í miðuni.
Hetta ímyndar somuleiðis úti- & heimamissión.
Fiskarnir eru ímynd fyri sjómansmissión og ímynda á sama hátt eitt hjarta. Eitt hjarta fyri missión - á landi sum á sjógvi.
Búmerkið hevur á ein einfaldan hátt tveir litir.
Tann bláligi liturin í fiskunum ímyndar sjógv. Og tann grønligi ímyndar land.
Hans Jákup starvast á Team 85. Sum vinning fekk hann handaðan ein kekk áljóðandi kr. 10.000.
Búmerkjakappingin var skipað sum ein innbjóðað kapping, har heitt var á nøkur fólk at koma við uppskotum, og hevur ein dómsnevnd síðani valt millum tey innkomnu uppskotini.
Umframt Bergur D. Joensen, hevði Heri Tróndheim eisini orðið. Heri er formaður í 100-ára bólkinum hjá Heimamissiónini, og hann greiddi frá, hvørji tiltøk ætlanin er at hava ígjøgnum árið í sambandi við 100 ára haldið. Millum annað er ætlanin at koma við stórari bókaútgávu, at skipa framsýningar, at hava tiltak í Vági, har vøggan hjá Heimamissiónini stóð, at koma út við einum kunnandi bóklingi um Heimamissiónina umframt at gera meir burturúr teimum árligu tiltøkunum hjá Heimamissiónini. Millum annað verður nógv gjørt burturúr Ársmøtinum, sum verður 23. - 25. apríl. Ársmøtið verður í ár bæði í Leguhúsinum í Nesvík og í Ítróttarhøllini á Skála.