Hans Jákup av Skarði, bókabindari, farin

26. august 1946 – 21. apríl 2011

Okkara ferð saman byrjaði fyri eini fjórðingsøld síðan.
Hans Jákup av Skarði stóð í læru sum bókabindari í H.N. Jacobsens bókahandli í teirri tíðini í seksti-árunum, tá ið Bókahandilin umframt at vera bókahandil eisini hevði bæði prentsmiðju og bókabinding. Tá ið lærutíðin var av, arbeiddi hann í sínum yrki bæði í Havn, í Danmark og í Íslandi, til hann varð settur fyrst í hálvt starv og seinni í fulltíðarstarv sum bókabindari á Føroya landsbókasavni í 1986.
Nógv kundi verið at trivið í at nevnt um Hans Jákup av Skarði, nú lagnan vildi tað soleiðis, at hann, alt ov tíðliga, hevur lagt árarnar inn.
Fyri 1986 hevði Landsbókasavnið ongan bókbindaraverkstað. Bøkurnar vórðu sendar út av stovninum, og í nógv ár út av landinum, til innbindingar og til størri umvælingar. Tað, sum Hans Jákup í sínari tíð kom til á Landsbókasavninum, kundi ikki kallast ein verkstaður, men í mesta lagi ein pappírsknívur. Hóast hetta fór hann undir uppgávuna við tí sama jaliga og dugnaliga og trúfasta hugburðinum, sum eyðkendi hann til tað seinasta, ein hugburður sum, hóast mótgongd, veruliga kann halda lagnum uppi. Hans Jákup er farin, men eftir stendur ein verkstaður, sum fer at minna okkum øll á ein mann, sum ikki bara dugdi sítt yrki til lítar, men sum eisini hevði hugsjónir fyri tí, hann arbeiddi við, og sum haraftrat hevði stóra virðing fyri øðrum yrkjum og menniskjum.
Allar tær framsýningar, Hans Jákup var við at gera og seta upp fyri Landsbókasavnið, standa í dag sum eitt minni um ein stak hegnisligan mann, sum, umframt at vera ein dugnaligur handverkari, eisini var listamaðurin á økinum. Í orðsins sonnu merking var tað hann, sum fekk tingini at hanga saman, og hansara nærlagni og áhugi gjørdu, at framsýningar og annað tilfar altíð var liðugt til ásetta tíð.
Í ymiskum bókasavnssamanhangum gjørdu vit nógvar ferðir saman, bæði innanlands og onkra eisini uttanlands. Nakrar teirra minnist eg serliga væl. Eitt nú ferðirnar til Reykjavíkar í 1994, til Sandvíkar í 2002 og ikki um at tala ferðina á Suðurlandið í 2007. Tað var ein hugtakandi løta, tá ið vit á stórari, almennari samkomu í Reykjavík í 1994 handaðu tí tá nýggja íslendska Landsbókasavninum gávuna frá føroyska systurstovninum: eina gestabók í húsa, meistarliga væl innbundna í føroyskt roð, av einum av okkara avgjørt fremstu bókabindarum nakrantíð. Á ferðini í Reykjavík var Hans Jákup av Skarði boðin við sum listamaður, hóast hann als ikki vildi kennast við tað heitið. Gestabókin, hann gjørdi í hesum sambandi, fer at minna okkum á, at Hans Jákup harumframt dugdi at fáa nógv burtur úr lítlum, eitt satt listaverk sum hann so hegnisliga greiddi úr hondum í hollum samstarvi við listamannin Bárð Jákupsson. Minnisrík var eisini, frá somu íslandsferð, løtan í kirkjugarðinum við Suðurgøtu í Reykjavík, tá ið Hans Jákup hevði funnið gravsteinin hjá navnanum og abbanum úr Sandvík. Abbasonurin gav sær góðar stundir at hampa um steinin og leiðið, sum var tað ein bókadýrgripur, hann hevði sett sær fyri at hjúkla og væla um.
Hans Jákup var ikki bara dugnaligur í sínum arbeiði, hann var eisini heilur í øllum tí, hann gjørdi, og hann spardi ongantíð seg sjálvan. Í hesum sambandi kundi eg eisini nevnt ta ferðina, tá ið ein av okkara samstarvsfeløgum datt og breyt beinið á starvsfólkaútferð millum Borðuna og Nólsoyarbygd. Hetta var áðrenn fartelefonirnar vóru uppfunnar, men Hans Jákupi so líkt vantaðu honum heldur ikki ráð ta løtuna. Búgvin tók hann eina skjóta og rætta avgerð, fekk ein av unglingunum at renna við sær oman í bygdina eftir hjálp – og løtu seinni var tyrlan á veg.
Hans Jákup av Skarði var ein framúr góður samstarvsfelagi. Alskur hansara til málið og føroyska tjóðskapin var ikki at fara skeivur av. Hugburðurin til lívið og til tað góða í menniskjanum var so sterkur, at hetta merkti eisini arbeiðslagið hjá okkum øðrum, sum fingu ta gleði at starvast saman við honum. Hann lærdi okkum nógv, uttan at tað var tað, sum lá honum fremst í huga. Virðing hansara fyri sínum medmenniskjum og sansur hansara fyri øllum tí praktiska, var tað, sum lærdi okkum mest. Hann var ein av hesum góðu fyrimyndunum, sum eru so dýrabarar.
Nú Hans Jákup er farin út á sína seinastu ferð, vil eg takka honum fyri vinarlagið, fyri trúfestið og fyri alt tað, hann hevur avrikað sum menniskja og sum fakfólk, og eg vil takka honum fyri, hvussu hann greiddi sín setning úr hondum. Eg havi stóra samkenslu við tykkum øllum, sum nú hava mist so nógv, og sum nú so sáran syrgja ein góðan son, mann, pápa, abba, beiggja og starvsfelaga.
Friður verður við minninum um vinmannin og arbeiðsfelagan, Hans Jákup av Skarði.
--------------
Martin Næs