Norðoya Listafelag skipar fyri listaframsýning til heiðurs fyri Hans Jacob Glerfoss á norðoyastevnu.
Tá ið listaframsýningin letur upp, spælir Hanus G. Johansen nøkur løg, hann hevur gjørt til yrkingar eftir Hans Jacob Glerfoss. Eisini flytur Helgi Fossadal, savnsleiðari fram røðu í sambandi við at framsýningin letur upp leygardagin klokkan 16.
Árliga listaframsýningin hjá Norðya Listafelag verður í Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 5. og 6. juni.
Norðoya Listafelag varð stovnað í november 1985. Fyrsta framsýningin, sum felagið skipaði fyri, var Skúlanum við Ósánna á Norðoyastevnu 1986. Hetta merkir at listaframsýningin í ár er nr. 25 í røðini, har karmarnir í ár mugu sigast at vera rættiliga góðir í nýggjum hølim.
Listaframsýningin verðut tí skipað eitt sindur øðrvísi í ár. Framsýningin verður Hans Jacob Glerfoss til heiðurs, og hevur Norðoya Listafelag útvegað myndir av honum til endamálið.
Hølini, sum eru nýggj og størri, veita fleiri møguleikar og verður framsýning við verkum eftir Hans Jacob Glerfoss í stóru miðhøllini. Í tí norðaru høllini verða sýnd verk av fólki, sum lata inn til fram-sýningina, so sum siður hevur verið. Tó er avmarkað pláss til tey, sum hava huga at sýna fram á norðoyastevnu.
Hans Jacob Glerfoss er føddur í Mikladali, men vaks upp í Kunoy. Hann búði virknastu ár síni í Klaksvík. Hans Jacob Glerfoss telist millum kendaru føroysku listamálararnar seinastu 40 árini.
Hans Jacob Glerfoss var sjálvlærdur listamaður, og miðskeiðis í 1960?unum var hann við á fyrstu framsýningunum. Eisini hevði hann serframsýningar í Føroyum og í Danmark, og hann var við á ferðandi framsýningum saman við øðrum.
Hans Jacob Glerfoss málaði nógvar landslagsmálningar, har myndaevnini ofta vóru úr Norðoyggjum. Hann málaði eisini fólki til arbeiðis, útróðrarmenn og handverkarar, ella í veitslulag. Hann var eisini frálíkur teknari og hugaligt er at síggja tekningar hansara, sum stundum eru forarbeiði til málningar, har ymiskar viðmerkingar eru settar á.
Hans Jacob Glerfoss yrkti eisini nógv. Í 1969 fekk hann M.A. Jacobsens heiðursløn fyri yrkingasøvnini.
Hans Jacob Glerfoss búði nógv ár í Klaksvík, og hann helt eisini til í Havn onkur skifti. Miðskeiðis í 1990?unum fluttu hann og konan til Danmarkar at búgva, har tey trivust væl í Hirtshals.
Listamálarin og yrkjarin úr Mikladali doyði á sjúkrahúsi í Hirtshals 17. januar í ár - Hans Jacob Glerfoss gjørdist 72 ára gamal.