Hans Jørgen Djurhuus er ikki samdur í tríggjar dystir leikbanninum, sum hann hevur fingið frá Fótbóltssambandinum. - Eg ivist um aðrir spælarar høvdu fingið somu hørðu revsing, sigur spælandi hjálparvenjarin hjá Víkingi.
Les eisini: Tríggjar dystir leikbann til Hans Jørgen
Tað var í dystinum móti NSÍ í 4. umfari, at Hans Jørgen Djurhuus bleiv útvístur, eftir tvey gul kort. Eitt í fyrra hálvleiki og eitt í 75. minutti. Í dómarafrágreiðingini stendur, at Hans Jørgen Djurhuus fellir Fróða Benjaminsen og steðgar einum álopi. Tí fær hann seinna gula kortið.
Eftirfylgjandi fer miðvallarin hjá Víkingi yvir til Fróða Benjaminsen og roynir at lyfta hann upp. Tá blanda fleiri spælarar seg uppí, áðrenn Hans Jørgen Djurhuus skal hava skumpað Fróða Benjaminsen harliga í bringuna ella hálsin.
- Eg ivist um aðrir spælarar høvdu fingið somu hørðu revsing. Eg haldi ikki at seinna frísparkið er til gult kort, tí eg royni at flyta meg undan Fróða Benjaminsen. Eftirfylgjandi “rokið” hevur einki upp á seg, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
Hann hevur longu sitið uttanfyri fyrsta dystin, men skal nú eisini sita uttanfyri móti AB og EB/Streymi. Serliga kemur tað illa við, at boðini koma so seint í mun til dystin í kvøld.
- Vit fingu tað at vita í gjár klokkan trý, meðan vit gera okkum klárar til dystin í dag. Tað er alt ov seint at fáa tað at vita, sigur royndi miðvallarin.
Víkingur spælir í kvøld klokkan 18 móti AB á Argjum.