Hans Holm er ættaður av Tvøroyri. Bæði foreldrini, Elsa fødd Øster og Jaspur Holm vóru ættað av Tvøroyri. Umframt Hans átti tey sonin Karsten, sum hevur búð niðri í mong ár. Hans, sum er uppvaksin á Sevmýri og seinni á Tippinum, tók preliminerprógv í 1952 á Tvøroyri, og í 1955 leyk hann nýmálsligt studentsprógv frá Rungsted Statsskole.
Síðani fór Hans undir lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hann tók cand. mag. prógv í geografi og biologi í 1965. Áðrenn hann kom aftur til Føroya, leyk Hans pedagogikum á Vestre Borgendydskole í Keypmannahavn.
Hans var vikarur á Føroya Læraraskúla, Føroya Studentaskúla og Fróðskaparsetri Føroya, áðrenn hann 1. august 1966 varð settur í fast starv á Føroya Studentaskúla. Hans varðveitti sambandið við Læraraskúlan, har hann 1. august 1969 varð settur í fast starv. Hans fór úr starvinum á Læraraskúlanum í 2000. Síðani tá hevur hann okkurt skifti verið vikarur á Føroya Studentaskúla.
Hans er ógvuliga áhugaður í ítrótti, og serliga hondbóltin hevur hann nýtt nógva tíð og orku uppá. Hann spældi við TB, og í lestrarárunum í Keypmannahavn var Hans aktivur í ÍF Føroyar.
Tey fjøruti árini, síðani Hans flutti til Havnar, hevur hann verið ógvuliga stórur stuðul í hondbóltinum. Hans var formaður í Neistanum 1966-1976, og inntil nýliga hevur hann verið venjari. Hann hevur stuðlað og hjálpt til á so mangan hátt, eitt nú við at døma nógv í yngru og lægru deildunum.
Hans var stjórnarlimur í ÍSF í fleiri ár, og hann royndi seg eisini sum landsliðsvenjari.
Í 1978 gjørdist Hans formaður í hondbóltsdeildini hjá ÍSF, og í 1980 varð hann fyrsti formaður í kappingarnevndini hjá Hondbóltssambandinum. Hans røkti hesa kravmiklu uppgávuna inntil í 1999. Tey, sum hava innlit í hesi viðurskiftini, siga, at Hans í hesum sessinum uttan samsýning framdi framúr arbeiði og var lyklapersónurin, ið legði kappingarnar til rættis. Fyri sítt stóra ítróttarliga arbeiði fekk Hans í 1989 gullmerki frá ÍSF, og í 1999 fekk hann heiðurskross frá ÍSF fyri at hava verið venjari og kappingarstjóri í eitt mannaminni.
Hans Holm giftist 6. januar í 1962 við Sólrun fødd Mohr og ættað úr Havn. Børnini hjá teimum eru Leivur (1962), Ingigerð (1965) og Gisleyg (1968). Gisleyg býr í Keypmannahavn, og Leivur og Ingigerð búgva í Havn. Hans eigur fýra abbabørn.
Stóra fakliga vitanin og innlitið hjá Hansi er komið føroyingum til góða eitt nú á tann hátt, at hann í bløðunum og ikki minst í útvarpinum á sínum eyðkenda suðuroyarmáli hevur megnað á leikandi lættan og greiðan hátt at sagt frá og greinað rembingar og rørslur kring allan heimin í fortíð og nútíð, sum aftur hava verið grundarlag undir kvalifiseraðum metingum um útlitini fyri framtíðar gongdini. J










