Lemmavirkið í Vági hevur gjørt nøkur hál á Fish Fair og Hans Joensen kann ikki vera annað enn nøgdur við gongdina Tað kann ikki sigast annað enn at tað hevur gingið eftir vild hjá lemmavirkinum, Rock í Vági, sum í hesum døgum er á Fish Fair, har teir eru saman við hinum suðuroyingunum á bási F-685.
Hans Joensen, stjóri á Rock, hevur bókstaviliga sagt, gjørt nøkur góð hál higartil á stevnuni.
Teir hava eitt miðalstórt sett av lemmum til botntrol standandi uttanfyri framsýningarhøllina og tað keypti ein norskur trolari beinanvegin.
Hans Joensen sigur, at teir hava tosað við reiðaran um lemmarnar, men norðmaðurin vildi ikki staðfesta keypið, fyrrenn hann hevði sæð lemmarnar á stevnuni. Men tá ið hann hevði sæð teir, skrivaði hann eisini undir beinanvegin.
Hetta er eitt sett upp á 10,5 fermetrar, sum er eitt miðal sett til støddar.
Rock hevur eisini fingið bílegging upp á eitt sett afturat av sama slagi til ein trolara í Grønlandi, umframt at teir eisini hava fingið bílegging upp á ein stóran ordra av skóm.
Sostatt kann Hans Joensen ikki vera annað enn væl nøgdur við stevnuna.
Sjálvt um hann sjálvandi fegnast um sáttmálarnar, heldur hann, at tað heilt stóra virði í eini stevnu sum hesari, liggur í, at hann fær høvi til at hitta viðskiftafólk og komandi viðskiftafólk og fólk í vinnuni annars
- Hetta er eisini eitt frálíkt høvi at hitta gamlar kenningar og starvsfelagar á sjónum, sigur Hans, sum hevur verið skipari í ein lítlan mansaldur og stottatt hevur rættiliga nógvar starvsfelagar.
Á Rock í Vági arbeiða einir 15 mans og teir hava nógvar bíleggingar niðurfyri.
Og lemmarnar frá Rock í Vági hava staðið sína roynd, tí Hans Joensen staðfestir, at teir fáa ongar klagur um lemmarnar. Tvørturímóti fáa teir dagligar afturmeldingar frá skipunum um, hvussu væl lemmarnar roynast.










