Um vikuskiftið var 18 ára gamli Hans Jørgensen millum stólparnar, tá ið FC Amager hevði vitjan av Herfølge í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Og hóast FCA tapti 2-1, so vóru skoðsmálini góð, sum føroyski málverjin fekk.
Í vikuskiftinum fer FCA at spæla ímóti AB við Christian Høgna Jacobsen á liðnum, men tað er longu greitt, at Hans Jørgensen verður ikki í FCA málinum.
FCA heimasíðan veit at siga, at Hans var so óheppin at bróta hondina undir venjing í dag, og skaðin er orsøk til, at Hans ikki verður tøkur at spæla dystir tríggjar tær næstu vikurnar.










