HB heldur fram við at brynja seg til næsta kappingarár. Seinnapartin í dag hevur felagið á heimasíðu síni boðað frá, at sáttmáli nú er undirskrivaður við Hans Jørgensen. 22 ára gamli málverjin vardi í ár málið hjá toftamonnum. Hóast tað skarst so mikið illa, at B68 flutti niður, so stóð Hans Jørgensen seg ógvuliga væl. Hann var besti spælarin hjá B68, og hann var í uppskoti at verða ársins málverji.
Í 2012 vóru tað Teitur Matras Gestsson og Símun Rógvi Hansen, sum kappaðust um sessin millum stólparnar á HB liðnum. Nú verður Hans Jørgensen við í kappingini um málverjuplássið hjá HB.
Á myndini síggjast nýggi HB málverjin og HB formaðurin Finnbogi Arge.










