Hans gjørdi løgið sjálvmál

Ungi føroyski málmaðurin Hans Jørgensen spælir fyri Fremad Amager, og um vikuskiftið fekk hann kjansin í einum venjingardysti ímóti Roskilde. Hans gjørdi seg merktan við einum heldur løgnum sjálvmáli í einum dysti, har nógvur vindur órógvaði. Hans fekk ein bólt frá viðspælari, tamdi eitt sindur skeivt, og tá hann skuldi sparka burtur, kom hann at senda bóltin í egið mál. Fremad Amager tapti dystin 2-1.