Hans gevst sum venjari

Komandi kappingarár skulu kvinnurnar hjá Fleyr hava nýggjan venjara, tí eftir fýra ár í sessinum fer Hans Mikkelsen at royna aðrar avbjóðingar – eisini í ítróttarheiminum

Dysturin ímóti Mjølnir leygardagin gjørdist tann seinasti hjá Hans Mikkelsen sum Fleyr-venjari í hesum umfarinum. Hann hevur vant kvinnurnar hjá Fleyr síðstu fýra árini, men hevur nú hug at royna aðrar avbjóðingar.
– Hetta hava verið fýra góð ár, har vit hava spælt okkum úr 1. deild upp í Eik-liguna og verið í einari steypafinalu, men nú haldi eg, at tað er klárt hjá onkrum øðrum at taka yvir. Tað verður eisini deiligt at sleppa undan at venja, nú tað hava verið fýra venjingarkvøld um vikuna hesi fýra árini, segði Hans eftir dystin ímóti Mjølnir leygardagin, sum tryggjaði honum og Fleyr-kvinnunum bronsuheiðursmerkini.
Tað var hann eisini nøgdur við, soleiðis sum kappingarárið hevur háttað seg:
– Sum tað endaði hjá okkum, kennist tað gott at standa við bronsuheiðursmerkjunum, tí um vit taka alt kappingarárið, hevur tað verið sera skuffandi, sigur fráfarandi venjarin, ið ikki minst man hugsa um, hvussu nær Fleyr var at koma í steypafinaluna hjá kvinnunum, men tvær ferðir tapti fyri Drátti og tí ikki rakk allan vegin.
– Nú veit eg ikki, hvussu liðið verður mannað næsta kappingarár, men eg rokni bara við, at sum heild verða tað tær somu, ið halda fram. Sum eg havi sagt fyrr, so er eingin ivi um dygdirnar á liðnum, tí tá Fleyr spælir væl, er tað eingin annar, ið spælir betur.
Hóast leikluturin sum venjari er liðugt spældur hesa ferð, merkir tað ikki, at Hans Mikkelsen púrasta sleppur ítróttinum. Hann fer bara at leggja seg eftir øðrum ítrótti í staðin:
– Eg eri knýttur at kvinnulandsliðnum í hondbólti sum fysiskur venjari, so har verður eitt sindur at gera komandi tíðina. So fari eg eisini at fáast meira við klintring í CoastZone North Atlantic, har vit eru nakrir, ið ætla okkum at fáa instruktørprógv innan fyri tað næsta árið.