Hans Fróði á veg til Skotlands

Fótbóltur: Vil heldur fara til Motherwell enn til AB í donsku superliguni

SVANGASKARÐ: Nógv bendir á, at Hans Fróði Hansen, sum í ár hevur verið ein veldugur styrkur í miðverjuni hjá HB, komandi ár fer at royna seg í útlendskum fótbólti. Hann hevur fingið eitt tilboð frá AB, sum heldur til í Bagsværd uttanfyri Keypmannahavn og spælir heimadystirnar í Gladsaxe. Men Hans Fróði er meiri hugaður at royna seg í skotskum fótbólti:

? Eg var í summar í eina viku og vandi saman við AB, og tað var bæði strevið og spennandi. Men eg misti ikki mótið av royndini. At Christian Andersen er ein harður hálsur sum venjari fekk eg at kenna sviðan av ein tann fyrsta dagin. Eg var fimm minuttir ov seinur, tí eg fór skeivur í einum bussi, og so noyddist eg at renna hálvt hundrað ferðir eyka runt vøllin.

Er tað tí, at tú heldur vilt sleppa til Skotlands?

? Nei, men eg haldi, at skotskur fótbóltur passar betri til mín spælistíl enn danskur fótbóltur, og eg eri hugaður at royna at venja har, áðrenn eg taki nakra avgerð, men tað er heilt greitt, at eg undir øllum umstøðum spæli við HB til hetta kappingarárið er liðugt.


Fleiri pengar

í Skotlandi

Tað er Jógvan Páll Lassen, sum fyri HB røkir sambandið við Motherwell, ið HB spældi ímóti í Europa Cup í 1994.

? Teir hava ikki sæð Hans Fróða Hansen, men út frá tí, teir hava hoyrt um eginleikarnar hjá honum, eru teir hugaðir at fáa hann niður til venjingar, og so fáa vit at síggja, hvat tað blívur til. Ferðin skal leggjast til rættis, so tað passar í skránna hjá bæði spælaranum og HB. Um Hans Fróði fær eitt gult kort afturat í landskappingini, so verður hann leikbannaður, og so kundi hann farið avstað eina viku.

Men kunnu tað vera pengar í hesum?

? Tað eru fleiri pengar í skotskum fótbólti enn í donskum fótbólti, og sjálvt um Motherwell liggur í tyngra endanum, so vildi eg mett, at talan er um upphæddir, sum eru størri enn, um Hans Fróði fór til AB. Og tað kundi komið fyri, at upphæddin, sum HB fekk, var størri, enn nakað annað føroyskt felag hevur fingið fyri at selja spælara.