HB fær sunnudagin vitjan av TB. Heimaliðið er greitt topplið í landskappingini, men sunnudagin kendist tað at vera stórt vónbrot, tá ið tað enn eina ferð ikki eydnaðist at vinna seg fram ímóti finaluni í steypakappingini.
– Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, og vit megnaðu ikki at vinna úrtøku burturúr málmøguleikunum, sum vit spældu okkum til ímóti EB/Streymi. Nú er ikki annað at gera enn at savna okkum um landskappingina, staðfesti HB venjarin Oddbjørn Joensen.
TB venjarin, Hans Fróði Hansen, fegnast um, at hansara lið seks tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum við úrtøku. Hann sigur seg bæði vera nøgdan og ikki:
– Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin og avrikini hjá okkara monnum. Men eg eri ikki nøgdur við støðuna á stigatalvuni. Við eitt sindur av hepni og kynismu áttu vit at havt nøkur fleiri stig, sigur Hans Fróði Hansen.
TB venjarin sigur seg arbeiða við at menna vinnarahugburð í ungu og ágrýtnu monnunum. Tølini siga teimum, at tað er torført at vinna úrtøku ímóti HB í Gundadali. At tað ber til hevur 07 Vestur við málleysum javnleiki fyrr í ár víst bæði TB og øllum øðrum.