Hans Fróði skal venja LÍF

Leirvíkingar ætla at bjóða seg fram í kappingini um at flyta upp úr næstbestu deildini, og fyri at røkka tí málinum halda teir tað vera neyðugt at fáa royndar menn at hjálpa til

LÍF

Seinnu árini hevur tað sæð út sum um, at LÍF hevur verið taparin í tøttu kappingini í fótbóltinum í Eysturoy. Sjey feløg úr Eysturoy fara komandi ár at vera við til at mynda Formula-deildina, og tá ið LÍF í fjør noyddist at stríðast fyri at varðveita plássið í næstbestu deildini, kundi tað sæð út sum um, at leirvíkingum ikki var lagað at kappast, har tað er mest spennandi.
Men í LÍF hava teir ikki givið skarvin yvir. Hans Fróði Hansen er settur sum spælandi venjari í 2006, og tað ljóðar, at fleiri spælarar afturat eru á veg til Leirvíkar. Millum hesar sigst Gert Langgaard vera.
Felags fyri Hans Fróða Hansen og Gert Langgaard er, at teir eru leirvíkingar, at teir nógvu tey fyrstu árini spældu við LÍF, og at teir síðani hava roynt seg í øðrum feløgum. Gert hevur í mong ár spælt við NSÍ, og Hans Fróði hevur roynt seg í HB, B68 og í íslendskum fótbólti, har hann í ár var kosin besti spælari í Kópavági, sum vann næstbestu deildina sannførandi.
Jógvan Júst Olsen, formaður í LÍF, váttar, at teir hava gjørt avtalu við Hans Fróða Hansen um, at hann skal verða spælandi venjari næsta ár.
- Mitt í hesi vikuni fara vit at kunngera meiri um, hvørjir spælarar fara at spæla við LÍF næsta ár. Vit hava fleiri ungar og dugnaligar spælarar. Trupulleikin hevur tó verið, at teir hava ikki royndirnar, sum eru so neyðugar at hava á einum liði. Tí arbeiða vit við at styrkja um liðið við einum fýra royndum spælarum. Tíbetur eru leirvíkingar sera áhugaðir í felagnum, og tað er nógv fótbóltsprát í bygdini. Eitt nú verður prátað um, at Gert Langgaard skal spæla við okkum. Vit hava ikki gjørt nakra formliga avtalu við Gert, men tað kann væl vera, at hann verður partur av liðnum, og um so verður, so høvdu vit verið fegnir um tað, sigur LÍF formaðurin.
Jógvan Júst Olsen sigur, at hann ongantíð áður hevur upplivað, at spælarar hava spurt seg fyri um møguleikan at spæla við LÍF soleiðis, sum fleiri hava gjørt nú í heyst.
- Umstøðurnar hjá okkum eru góðar. Vøllurin er nýggjur, og vit hava gjørt felagshúsini av nýggjum í ár. Tá ið tað so frættist, at vit arbeiða við at spenna okkum eitt sindur út upp undir næsta kappingarár, so eru øll hesi viðurskiftini kanska orsøk til, at spælarar spyrja seg fyri her. Vit hava verið noyddir at gera upp við okkum sjálvar, hvat vit vilja. Onnur feløg vita sjálvandi, at vit eiga evnaríkar ungar spælarar, og tað eru ofta boð eftir teimum. Tá ið tað nú er greitt, at vit ætla at styrkja um liðið, og at Hans Fróði Hansen verður spælandi venjari, hava ungu menninir gjørt av eisini næsta ár at spæla við okkum, sigur LÍF formaðurin, sum er pápi U 19 landsliðsspælaran Andreas Lava Olsen. Tað er eingin loyna, at fleiri feløg í fleiri ár hava víst áhuga fyri at fáa unga mannin millum sínar spælarar.
Á fundinum, sum FSF nevndin og feløgini høvdu leygardagin, varð eitt nú tosað um, at tvey feløg næsta ár skulu flyta niður úr bestu deildini og tvey upp úr næstbestu deildini, og at endaspælið um eitt pláss í bestu deildini harvið skal strikast.
- Avgerðin um hetta verður tikin av aðalfundinum, sum verður nakað eftir ársskiftið. Vit eru fyri, at ásetingarnar verða broyttar. Undir øllum umstøðum verður kappingin í næstbestu deildini tøtt, tí tað tykjast at vera fleiri, sum arbeiða nógv við at fyrireika seg, staðfestir Jógvan Júst Olsen, formaður í LÍF.