Hans Fróði Hansen flytir úr Sogndal og skal komandi ár spæla við B68. Hetta varð greitt mikudagin í hesi vikuni, tá avtala varð undirskrivað millum Sogndal og B68, sum eisini hevur gjørt avtalu við Hans Fróða. Tá Hans Fróði í fjør fór úr HB og til Noregs, skrivaði hann undir ein tvey ára sáttmála. Tí var tað neyðugt hjá B68 bæði at keypa Hans Fróða leysan úr sáttmálanum við Sogndal og at gera eina avtalu við Hans Fróða sjálvan.
Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, váttar, at teir hava gjørt sáttmálar við Sogndal og Hans Fróða Hansen. B68 formaðurin vil ikki siga nakað um pengarnar, men hann sigur, at sáttmálin, sum teir hava gjørt við Hans Fróða, ber við sær, at landsliðsspælarin verður í B68 í fleiri ár.
Fleiri kend andlit
Hans Fróði Hansen sigur, at hann hevur gjørt av at sleppa ætlanini um at liva av at spæla fótbólt í útlandinum. Hann sigur eisini, at síðani tað gjørdist greitt, at hann ætlaði at flyta aftur til Føroya, hevur hann tosað við fleiri feløg í Føroyum.
? Tá tað gjørdist greitt, at Sogndal eisini skuldi verða við í handlinum, so vóru tað ikki so nógv feløg, sum vóru áhugað. At tað í síðsta enda gjørdist B68, komst bæði av, at teir høvdu besta tilboðið, og tí eg haldi, at B68 er áhugavert, tí teir eru eitt felag, sum ger nógv við tað fyri at vera við í topinum. Teir hava sagt mær, at liðið verður umleið tað sama, sum tað hevur verið í ár, og tað líkar mær væl. Talan er um góðar spælarar, og so telur tað eisini, at eg kenni teir flestu og havi spælt saman við nógvum teirra, sigur Hans Fróði Hansen.
Í 1996 spældi Hans Fróði Hansen við B68. Fleiri av núverandi spælarunum vóru eisini tá á liðnum. Tá Hans Fróði í 1998 og í 1999 spældi við HB, vóru Jákup Eli Olsen, Jan Dam og Súni Fríði Johannesen millum liðfelagarnar. Teir hava allir spælt við B68 í ár, og teir hava allir gjørt avtalu við toftamenn fyri komandi ár.
jh










