Dreymurin hjá einum fótbóltsleikara er ofta antin at spæla ímóti ella við teimum heilt stóru stjørnunum.
Hesin dreymur gongur út hjá Hans Fróða Hansen í dag, tá hann saman við eykaliðnum hjá QPR skal spæla dyst móti eykaliðnum hjá Arsenal, sum hevur so mætar menn á liðnum sum Tony Adams og Nigel Wintherburn.
Hans Fróði er í QPR og royndarvenur hesa vikuna, og tað er ein venjing, sum Nordplayer og Jákup í Stórustovu hava skipað fyri.
Hann letur væl at umstøðunum í felagnum, sum spælir í næstbestu ensku deildini, og hevur tveir kendar fyrrverandi leikarar sum venjara og hjálparvenjara, bretan Trevor Francis og íran Ian Dowie.
Sjálvur heldur Hans Fróði, at venjingin higartil hevur gingið væl.
Vit eru fýra, sum royndarvenja, men tað er bara ein annar, sum spælir á sama plássi sum eg, sigur hann.
Tað er hart, og gongur fyri seg í eini rúkandi ferð, og tað hendir meiri enn so, at ferðin gongur út yvir spæli, sigur hann.
Hann heldur tó ikki at tað bilar hjá honum. Hans Fróði veit enn einki um tað fer at eydnast honum at spæla seg til ein sáttmála, men sjálvur vil hann hava greiðu á hesum innan alt ov long tíð er farin.