Hans Fróði: Jørgen vinnur á Julian

(Rás2) Hoyr Hans Fróða Jensen meta um og tippa útfallið í teimum fýra steypahálvfinalunum í KÍ-høllini

Í dag er tann stóri steypahálvfinaludagurin í flogbólti í KÍ-høllini.

 

 

 

Frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen fer at siga frá øllum fýra hálvfinalunum.

 

 

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 12.30.

 

 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

 

 

Fyri løtu síðani fekk Óli G. Samuelsen viðmerkjaran hjá Rás2, Hans Fróða Jensen at meta um og tippa útfallið av teimum fýra steypahálvfinalunum.

 

 

 

Hans Fróði Jensen væntar, at eldra SÍ-liðið við Jørgen Niclasen vinnur á yngra SÍ-liðnum, har sonur Jørgen, Julian spælir við.

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvat Hans Fróði Jensen tippar.

 

 

Undan hálvfinalunum prátaði Óli G. Samuelsen eisini við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, sum heldur, at KÍ-høllin er sera væl egnað til steypahálvfinalurnar. Tað prátið hoyrist HER 

 

 

 

Dystirnir í KÍ-høllini eru hesir:



13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir  (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)