Hann Fróði Hansen er innstillaður til íverksetaravirðisløn í Danmark við kreminum Below Your Belt.
Talan er um virðislønina »IVÆKSTprisen«, sum hevur til endamáls at heiðra »den gode histories fascinations- og inspirationskraft«.
Á heimasíðuni www.ivaekstprisen.ivaekst.dk verður grundgivið við, at tað hevur gingið sera væl hjá Hans Fróða Hansen við vakurleikaproduktum hansara í fýra heimspartum:
- Hann hevur 17 starvsfólk á hvøuðsdeildini í Los Angeles, hann hevði yvirskot longu eftir trimum mánaðum, og til várs fer heims størsta vakurleikaketa, Sephora, at selja hansara framleiðslu.
- Og alt hetta hevur hevur Hans Fróði Hansen fingið burturúr uttan at keypa sær reklamu - tí »Hans er eminent til at fortælle sin historie og skabe stærke produkter, der vækker føleleser«.
Eisini verður sagt um Hans Fróða Hansen, at tá hann steðgaði longu professiónellu fótbóltskarrieruni, kundi hann liva gamla dreymin: at gerast sjálvstøðugur. Og tað hevur gingið betri enn væntað.
Atkvøðugreiðlslan fer fram á www.ivaekstprisen.ivaekst.dk, og í løtuni liggur Hans Fróði Hansen á odda við 49% til heiðurin sum »Årets VÆKSTEVENTYRER«. Lesið meira við at
TRÝSTA HER








