Hans Fróði Hansen ítróttarstjóri í TB

Tað verður kendi miðverjin, sum í framtíðini skal standa á odda fyri ti ítróttarliga partinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

 

Sambært TB kemur kendi leirvíkingurin at hava ábyrgdina av øllum venjarunum í felagnum. Hans Fróði skal eisini verða við til at uppbyggja og styrkja um felagsandan í felagnum ímillum leikarar, venjarar, foreldur og viðhaldsfólk.

 

TB metir, at samstarvið við Hans Fróða kemur at geva felagnum tryggar og professionellar ítróttarligar karmar, og at felagið frameftir verður eitt lokkandi felag at leika við hjá øllum.

 

Hann skal somuleiðis verða ein hjálpandi hond hjá nevndini og taka sær av tí ítróttarliga partinum av felagnum.

 

Hans Fróði var hjálparvenjari hjá besta liðnum farna kappingarár, og er hann útbúgving mental coach og Parent mental coach.

 

Hans Fróði spældi í síni tíð fótbolt í Føroyum, Noreg og Íslandi, umframt at hann spældi 26 landsdystir og skoraði eitt mál fyri føroyska landsliðið.

 

TB bjargaði sær lívið í bestu deildini á seinasta leikdegnum. Tí verður TB at síggja í Effodeildini komandi kappingarár.