Hans Fróði Hansen til TB

Navnframi miðverjin skal komandi kappingarár hjálpa TB, sum á seinasta leikdegi í fjør tryggjaði sær pláss í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hans Fróði Hansen er settur sum hjálparvenjari, men tað er ikki óhugsandi, at hann verður at síggja á vøllinum.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá TB, sum eisini veit at siga, at Óli Johannesen venur við hópinum. Samanlagt hava teir báðir spælt yvir 100 landsdystir fyri Føroyar. Óli Johannesen hevur metið fyri flestar landsdystir við 84, meðan Hans Fróði Hansen hevur spælt 26 landsdystir.

 

Hans Fróði flytur í næstum til suðuroynna og tað er í tí sambandi, at TB gjørdi av at spyrja seg fyri hjá miðverjanum, um hann var sinnaður at hjálpa felagnum.

 

Hans Fróði er 36-ára gamal og hevur sambært faroesoccer.com spælt 112 dystir í bestu deildini í Føroyum. Hann hevur umboðað LÍF, HB, B68, Sogndal(Nor), Fram(Ís) og Breiðablik(Ís). Hann var eisini leikandi venjari hjá LÍF í 2006.

 

(Mynd: www.tb.fo) Hans Fróði Hansen(t.h) og Kim Roest, formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, skriva sáttmála.