Make-up artist.
Tað er"sminku-listafólk"
Tikið prógv í Íslandi.
Veitir kunnleika um sminku, húðrøkt, litir o.t.
Fashion stylist.
Tað er"móta-stílmeistari/mótaskapari"
Tikið prógv í Íslandi og London.
Veitir kunnleika um snið, móta, hvørji klæðir hóska til hvørji fólk, litir o.t.
Image Consultant.
Tað er"útsjónds-ráðgevi"
Tikið prógv í London.
Veitir eina meiri grundleggjandi vitan um evnini í Fashion Stylist útbúgvingini. Veitir ein førleika at lurta eftir fólki, finna teirra innara persón og fáa hann at síggjast á útsjóndini eisini. At skapa samspæl ímillum tað innara og tað uttara í menniskjanum.
Gevur førleika at arbeiða við sonevndum »Image Branding« hjá fyritøkum. At finna og fullføra heilt serliga image'ið, sum hóskar júst til einstøku fyritøkuna, og fær hana at skilja seg frá mongdini.
Fyri at sleppa inn á útbúgvingina, krevjast nógvar viðkomandi arbeiðsroyndir.
Hans Fróði er ímllum heimsins yngstu Image Consultants í heiminum.
Hann er somuleiðis tann einasti við hesi útbúgvingini í Norðanlondum.










