Hans Fróði: Fantastiskt!

Hans Fróði Hansen var ovurfegin um málið og úrslitið

Aftan á frálíka dystin á Svangaskarði leygardagin var tað sum vera man millum tíðindafólkini størst gravgangur eftir at fáa orðið á føroyska málskjúttan Hans Fróða Hansen.

Hvussu upplivdi hann so málið?

? Heilt fantastiskt. Óbeskriviligt. Eg fór fyrri upp enn hinir, og hornasparkið frá John Hansen lá heilt ótrúliga væl. Tað var løgið, at hann skuldi sita so væl, tí eg orkaði als ikki meir, segði ungi leirvíkingurin hjá HB, sum fyri fyrstu ferð skoraði fyri Føroyar.

Hans Fróði fekk annars ein skaða tíðliga í dystinum eftir eina stempling. Fóturin var hovin, og hann merkti tað restina av dystinum.

? Seinni hálvleikur gekk betur. Vit fingu meira pláss á miðvøllinum eftir útvísingina, og teir vóru ikki so ágangandi sum í fyrra hálvleiki, helt Hans Fróði, sum ikki varð tikin av bóli av skotska liðnum.

? Teir eru góðir, eingin ivi um tað. Men teir vístu tað, vit høvdu roknað við frammanundan. Teir høvdu onkrar kjansir, men tað høvdu vit eisini. Vit vóru hepnari í dag, men tað bilar einki, tí eg haldi, at vit hava uppiborið tað.

Longu í morgin skal landsliðið aftur í eldin, hesaferð móti Bosnia-Hersegovina, sum kemur við einum 2-0 sigri móti Litava í viðførinum.

? Tað er ein nýggjur dystur, og teir verða ógvuliga uppsettir upp á at vinna. Fyri okkum kann úrslitið móti Skotlandi vera eitt sindur vandamikið, um vit fara ov høgt uppfrá. Tað verður í øllum førum ikki lætt, segði Hans Fróði, sum sjálvur fleyg hægst í skotska brotsteiginum, og tað tryggjaði Føroyum eitt tað besta úrslitið yvirhøvur, síðani vit fóru upp í altjóða fótbólt fyri 11 árum síðani.