Landsliðsmet
73 leikarar hava umboðað Føroyar í altjóða høpi, og av hesum, er Hans Fróði Hansen tann størsti leikarin, sum hevur verið á vøllinum.
Hans Fróði Hansen er 193 cm høgur, og við sínum 92 kilo er hann eisini tyngsti leikarin, sum hevur umboðað Føroyar. Hetta er annars júst helvtina meira enn Jens Erik Rasmussen, ið hevur eina skrásetta vekt upp á 62 kg. Lægsti leikarin, sum hevur verið á landsliðnum er Jógvan Petersen (170 cm), sum annars eisini er eldsti debutantur, sum hevur verið á landsliðnum. Jógvan Petersen var 34 ár og 19 dagar gamal, tá Føroyar í 1989 vunnu 1-0 á Canada.
Mynd av Hans Fróða
Hans Fróði Hansen er við sínum
193 cm og 92 kg bæði hægsti og tyngsti leikarin, sum hevur verið á føroyska landsliðnum
13 tap á rað
Framgongdin hjá landsliðnum seinnu árini hevur havt við sær, at vit ikki longur bara góðtaka eitt tap uttan víðari, tá farið verður á vøllin. Soleiðis hevur tó ikki altíð verið.
Torførasta tíðarskeið hjá áskoðarunum hevur helst verið frá 1992 til 1995, tá føroyska liðið tapti 13 dystir á rað. Eftir at vit á Svangaskarið hin 5. august í 1992 leiktu 1-1 móti Ísrael, leikti landsliðið hesar 13 dystir, sum allir vórðu taptir: Wales (ú) 0-6, Kekkoslovakia (ú) 0-4, Kypern (ú) 1-3, Belgia (ú)0-3, Wales (h) 0-3, Kekkoslovakia (h) 0-3, Noreg (h) 0-7, Rumenia (h) 0-4, Grikkaland (h) 1-5, Skotland (ú) 1-5, Finnland (ú) 0-5, Finnland (h) 0-4, Russland (ú) 0-3.
Keðiliga røðin varð steðgað, tá San Marino vitjaði á Toftum hin 25. mei í 1995, og síðani hevur føroyska landsliðið ongan tíð roynt eitt eins langt tíðarskeið við tapum.










