Hans Fróði er fluttur upp

Hóast tað resta tvey umfør er tað greitt, at Breiðablik hevur vunnið næstbestu íslendsku deildina og næsta ár harvið skal spæla í bestu deildini

ÍSLAND 1. DEILD

Breiðablik úr Kópavági hevur verið sannførandi oddalið mest sum alla kappingina. Nú resta tað tvey umfør, og nú er tað greitt, at Kópavágur aftur næsta ár fer at eiga lið í bestu fótbóltsdeildini í Íslandi.
Hetta varð greitt hóskvøldið, tá ið Breiðablik megnaði 1-1 á útivølli móti Víkingi. Úrslitið ber við sær, at Breiðablik undan tveimum teimum seinastu umførunum hevur 41 stig, meðan Víkingur og KA á øðrum og triðja plássi hava 31 stig. Breiðablik hevur vunnið tólv dystir og spælt fýra ferðir javnt. Undan tveimum teimum seinastu umførunum hevur Breiðablik ikki tapt.
Hans Fróði Hansen hevur verið miðverji hjá Breiðablik hetta kappingarárið. Hann hevur staðið seg væl, og aftur hóskvøldið var hann millum teir stinnastu ella rættari besti maður á liðnum hjá Breiðabliki verður sagt í íslendskum fjølmiðlum.
Breiðablik legði seg á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá ið tað restaðu fimm minuttir, javnaði Víkingur. Síðstu løtuna stóð nógv á. Dómarin legði níggju minuttir afturat vanligu leiktíðini. Ein av liðfeløgunum hjá Hans Fróða fekk reytt kort, og seks Breiðablik spælarar sóu gult og ein hjá Víkingi.
Tvey tey seinastu umførini í næstbestu íslendsku deildini eru á skránni 10. september og 16. september. Tá skal Breiðablik spæla ávikavíst á heimavølli móti KA og á útivølli móti HK.