Vil tú læra at uppføra teg sum eitt nýmótans mannfólk, eru nú góð ráð at heinta hjá Hans Fróða Hansen. 27. august heldur stylisturin og fyrrverandi fótbóltsspælarin nevniliga fyrilestur í Føroyahúsinum um, hvussu tann nýmótans gentlemaðurin hevur tað í dag.
Í fyrilestrinum viðgerð Hans Fróði Hansen trupulleikan, sum nógvir menn hava í dag við at finna seg til rættis, út frá spurningum so sum:. Hvussu skal ein málbera seg? Hvussu skal ein uppføra seg? Hvussu sleppi eg undan misskiljingum?
Fyrilesturin tekur støði í nýggju bókini hjá Hans Fróða Hansen, ? En mands rejse til Venus?, ið er ætlað monnum í øllum aldri. Í bókini eru góð ráð at heinta um alt frá vælveru, motión, og mati til klæðir, romantikk, sex og mangt annað.
Ivaleyst koma góðu ráðini væl við hjá onkrum, tí sum sagt verður í bókini:
?Fyri at fáa loyvi at lenda á paradísinum hjá Venus, skal ein kenna vegin hagar!?
Fyrilesturin verður hóskvøldið 27. august klokkan 19 í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Atgongumerki fáast við at venda sær til Føroyahúsið