FORMANSVAL
Tá Sosialurin fór til prentingar hósdagin, hevði nevndin í Smyril Line ikki skipað seg enn. Men alt bendir á, at formaðurin verður Hans Mortensen, stjóri og partaeigari í SMS.
Tormóður Djurhus, fráfarandi formaður sigur, at tað er ein avtala millum partaeigararnar, at formaðurin skal vera úr Føroyum. Tað er ikki, sum vit skrivaðu í gjár, felt í viðtøkurnar, at formaðurin skal vera búsitandi í Føroyum, men heldur ein innanhýsis avtala.
Tískil kann tað bert vera Hans Mortensen ella Klæmint Weihe, sum eru føroysku nevndarlimirnir í Smyril Line.
Klæmint Weihe sigur við Sosialin, at hann ynskir ikki at gerast formaður.
Tá vit tosaðu við Hans Mortensen hósmorgunin, segði hann, at tað var sannlíkt, at hann fór at gerast formaður, men einki var vist.










