Í Sosialinum hin 16. januar í 1986 - ella fyri 31 árum síðan - sigur Hans Jacobsen, Hans á Bakka, sáli, at størsti vøksturin hjá Bakkafrost fer at verða í alingini.
Um hetta mundið gevur alingin hjá Bakkafrost arbeiði til 10-12 fólk, sum fáast við at fóðra, umvæla og rigga útgerð til, umframt arbeiði við at slakta, reinsa og pakka, tá fiskurin verður tikin.
Í greinini verður víst á, at alistøðin hjá Bakkafrosti í 1985 hevði ein umsetning á tilsamans 10,5 miljónir krónur. Hetta árið seldi virkið tilsamans 70 tons av sílum og 80 tons av laksi.
Hans á Bakka er í hesi samrøðu í Sosialinum serstakliga bjartskygdur um alingina, sum hann væntar fer at hava ein vøkstur í umsetninginum úr 10 miljónum krónum í 1985 upp í 15 miljónir krónur í 1986.
Hetta árið, sum samrøðan við Hans á Bakka er gjørd, hevur fyritøkan á Glyvrum umleið 250 tons at taka, 150 tons av sílum og 100 tons av laksi.
Tað er nógv hent, bæði hjá Bakkafrost og innan føroyska aling, árini síðan 1986, tá pápi Regin Jacobsen, núverandi stjóra á Bakkafrost, metti um framtíðarútlitini hjá Bakkafrost innan aling.
Í dag - 31 ár seinni - er samlaði skatturin av virkseminum hjá Bakkafrost umleið líka nógvur, sum øll ríkisveitingin úr Danmark, sum er á 641,8 miljónir krónur.
Søgan um Bakkafrost er ein rættilig sólskinssøga, sum í hesum døgum eisini vekir ans uttan fyri føroysku landoddarnar. Her eru nógv tøk tikin, tí einki kemur av ongum.