Hans Erland er føddur í Hósvík, og er sonur Hans Petur og Judith í Brekkunum.
Hans Erland í Brekkunum kom til Eiðis sum nýklaktur lærari í 1964 og var lærari har fram til 1970, tá hann var eitt ár lærari á Venjingarskúlanum. Kom síðan aftur til Eiðis og var lærari á Eiði og á nýggja Felagsskúlanum á Oyrarbakka fram til 1974, tá hann varð settur sum fyrsti skúlastjóri á Felagsskúlanum.
Hans Erland í Brekkunum man kanska mest vera kendur um landið sum tónleikari og sangari. Hann hevur verið bæði orkestur og kórleiðari eisini.
Hans Erland var kórleiðari, ta tíðina Eiðis Sangfelag var virkið. Fyri ikki at gloyma hornorkestrið, Eiðis Ljómfelag, har hann eisini var primus motor stóran part av æviskeiðnum, orkestrið var virkið nú í seinna umfari. Tað er so, at hornorkestur við sama navni eisini hevur verið á Eiði fyri umleið einum mansaldri síðan.
Og við sínum tónleikaligu evnum, var eisini boð eftir honum sum urguleikara í kirkjuni. Bæði í Hósvík og á Eiði, har hann er búsettur, hevur hann javnan sitið við orglið.
Nógvir føroyskir sangarar munnu kenna Hans Erland í Brekkunum frá kórstevnum og øðrum slíkum tiltøkum bæði her á landi og uttanlands. Hann hevur verið virkin í hesum ítrivi sínum bæði so og so. Sum meinigur sangari og eisini sum leiðari á onkrari kórstevnu.
Nú er tað so, at á heimafrontinum verður hann ivaleyst hildin til eisini. Hans Erland er giftur Sonnu, f. Waagstein Johansen, úr Havn, sum eisini eigur eina av teimum heilt kendu sangrøddunum í Føroyum.
Men eisini sum tónasmiður og útsetari hevur hann roynt seg. Meira enn so. Nógvar eru útsetingarnar, hann til dømis gjørdi til Eiðis Ljómfelag. Einamest av føroyskum sangløgum, sum hornorkestrið spældi. Og eisini hevur hann gjørt løg sjálvur.
Fólk, sum hava luttikið í sang- og musiklívinum, hava kanska av og á rakt við eitt nótablað, har navnið Heib hevur staðið í ovara høgra horni. So hava kanska fleiri ikki hugsað annað enn, at hatta er helst einhvør týskari ella so. Men so er ikki. Tað er Hans Erland í Brekkunum.
Tað av hansara løgum, sum helst hevur verið oftast at hoyrt alment, man vera lagið til Eiðissangin hjá Óla Egilstrøð, sum av og á er at hoyra í Útvarpinum.










