Saman við Jógvani og Jákupi er Hans mest vanliga dreingjanavnið í Føroyum Sitandi bispur og teir báðir, sum kappast um at gerast eftirmenn hjá Hans Jacob Joensen, biskupi, bera mest vanligu mannfólkanøvnini í Føroyum.
Mest vanliga mannfólkanavnið í Føroyum er Hans. Tað veit Hagstovan at siga. 795, sum eru búsitandi her á klettunum, eita Hans ? einsamalt ella saman við einum øðrum navni.
Næstmest nýtta mannfólkanavnið er Jógvan. Jógvan Fríðriksson og 627 aðrir føroyingar bera navnið Jógvan, og Jákup Reinert Hansen og 564 aðrir føroyingar bera navnið Jákup.
Aftaná hesi trý mest nýttu mannfólkanøvini eru Petur (360), Poul (337) og John (334).
Løgmaður og 130 aðrir eita Jóannes. Formaðurin í Tjóðveldinum hevur rættuliga nógvar navnabrøður. 218 bera navnið Høgni.









