Hans Engell í Miðlahúsinum í kvøld

Politikkur og javnstøða í politikki verða evnini, sum Hans Engell fer at hugleiða um í Miðlahúsinum í kvøld Hvussu sær politiska landslagið í Danmark út eftir forsætisráðharra-skiftið? Hvørjieru tey mest átrokandi málini fyri nýggja javnstøðuráðharran í Danmark? Og hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at fremja javnstøðu í politikki?

Hesar og aðrar spurningar fer Hans Engell, fyrrverandi politikari og blaðstjóri í Danmark, at viðgera í Miðlahúsinum í Havn í kvøld.

Demokratia er vertur fyri tiltakinum, og Rigmor Dam, blaðkvinna, verður orðstýrari.

Hans Engell hevur verið fólkatingslimur, løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Schluter og seinni løgmálaráðharri. Eisini var hann leiðari í Konservativa Fólkaflokkinum frá 1993 til 1997. Frá 2000 til 2007 var hann blaðstjóri á Ekstrablaðnum.

Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, verður í Miðlahúsinum í Havn í dag, Kristi himmalferðardag, klokkan 19.30.